
Lýdni
16.02.24 | Poli JacobsenPoli Jacobsen talar um lýdni móti Gudi. Paulus sigur við tey trúgvandi í Róm, at øll hava hoyrt um LÝDNI teirra (Róm. 16.19). Hesi vóru ikki bert trúgvandi av navni, men í atburði og lívi. Menniskju ikki bara kundu HOYRA, at tey vóru trúgvandi, men tey kundu eisini SÍGGJA, at tey vóru trúgvandi.
Í 1. Sám. 15.8-9 stendur soleiðis: “”Agag, kongin í Amalek, tók hann livandi, men alt fólkið sló hann við banni og høgdi tey niður við svørði. Saul og fólkið spardi Agag og tað besta av smáfænum og neytunum, tey feitu kríatúrini, tey, sum vóru væl í holdum – alt tað besta; tað vildu teir ikki sláa við banni. Men alt tað vánaliga fæið, tað, sum einki var vert, slógu teir við banni.“” Saul helt seg kunna tilbiðja Gud við tí, sum var bannað. Lýdni er meiri vert fyri Gudi enn offur. Hoyr taluna um, hvat vil forða okkum í at tæna Gudi:
1. Ótti
2. Drál
3. Synd
Aðrar greinar

Per Hyldegaard vitjar
Sunnudagin 26. Oktober fær samkoman Lívsins Orð í Runavík vitjan av danska evangelistinum Per Hyldgaard. Hann er stovnarin og leiðarin fyri missiónsfe...

Nærri – Felagsdagur fyri fríkirkjunetverkið
Hetta er dagurin, har vit leggja egin tiltøk, møtir og gudstænastur niður og koma saman sum karismatisk rørsla. Endamálið við Nærri er, at vit sum fel...

Samkomulegan 2025
Samkoman Lívsins Orð hevur samkomulegu í Skálavík frá fríggjadegnum 10. oktober til sunnudagin 12. oktober. Tí verður ikki møti í hølunum hjá Lívsins ...
