Tænasta Jesusar

Lívsins Orð · Tænasta Jesusar

Poli Jacobsen talar um Jesu tænastu meðan Hann gekk á jørðini. Tað hevur stóran týdning at granska og grunda yvir tað, sum Jesus gjørdi, meðan Hann gekk herniðri, tí Hansara verk er eitt prógv um ella ber dámin av Hansara persóni. 

Jesu verk og tænasta var ein opinbering av Guds vilja og náttúru.

Lyndi og eyðkenni hjá einum menniskja sæst í atburðinum og gerðunum hjá tí menniskjanum. Soleiðis er tað eisini við Gudi. Um vit ynskja at kenna Hansara lyndi og eyðkenni, so mugu vit fyrst og fremst hyggja at teimum verkum og gerðum, Hann gjørdi og ger.

Hann er ljómi dýrdar Hansara og ímynd  veru Hansara, og Hann ber alt við orði máttar Síns; tí settist Hann, táið Hann hevði gjørt reinsan fyri syndir okkara, við høgru hond hátignarinnar á hæddini. – Heb. 1.3.

Jesus er eitt við Faðirin og hevur somu útstráling sum Hann. Tað, sum Jesus segði og gjørdi er fullkomiliga í samsvar við Guds vilja. Hóast tað, sýnast nógv av okkum at hava trupulleikar við at skilja og síggja, hvat Guds vilji er. Soleiðis var tað eisini millum lærusveinarnar:

Jóh. 14.7-11 sigur: ” Høvdu tit kent Meg, so kendu tit Faðir Mín við; og frá hesi stund kenna tit Hann og hava sæð Hann.”” Filip segði við Hann: “”Harri, vís okkum Faðirin, og tað er okkum nóg mikið!”” Jesus svaraði honum: “”So langa tíð havi Eg verið hjá tykkum, og tú kennir Meg ikki, Filip? Tann, ið hevur sæð Meg, hevur sæð Faðirin. Hvussu kanst tú tá siga: “”Vís okkum Faðirin!”” Trýrt tú ikki, at Eg eri í Faðirinum, og Faðirin er í Mær? Orðini, ið Eg tali til tykkara, tali Eg ikki av Mær sjálvum; nei, Faðirin, sum í Mær býr, Hann ger verk Síni. Trúgvið Mær, at Eg eri í Faðirinum, og Faðirin er í Mær! – Og um ikki, so latið verkini sjálv fáa tykkum at trúgva Mær!” Hetta vísir hvussu týðandi tað er, at koma at kenna Jesu tænastu og verk meðan Hann gekk í millum okkara. 

Um vit vilja avspegla Faðirin, so mugu vit gera Hansara verk.

Aðrar greinar

Fylg Jesusi

Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur

Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...