Takksemi

Lívsins Orð · Takksemi

Hoyr Símin P. Jacobsen tala um takksemi. Bíblian sigur, at vit eiga at takka í øllum førum (1. Tess. 5.18). Somuleiðis sigur Paulus í Efes. br. 5. 15-18:

“Gevið tí væl gætur eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvísir, men sum vísir, so at tit keypa hina lagaligu stundina, tí at dagarnir eru vándir. Verið tí ikki óskynsamir, men skiljið, hvat Harrans vilji er! Og drekkið tykkum ikki druknar í víni, sum førir óflýggjaskap við sær; men verðið fyltir av andanum so at tit tala hvør til annan við sálmum og lovsongum og andligum ljóðum og syngja og leika í hjarta tykkara fyri Harranum, og altíð siga Guði og faðirinum tøkk fyri allar lutir í navni várs harra Jesu Krists, og eru hvør øðrum undirgivnir í ótta Krists!”

Paulus sigur eisini, at á síðstu døgnum skullu menniskju blíva ótakksom (2. Tim. 3. 1-2). 

Gud ynskir, at vit skulu takka í øllum førum. Ikki takka fyri allar støður, vit koma í, men í øllum førum. 

Háb. 3.17-18 sigur:

Tí at fikutræið blómar ikki, og víntræið gevur ongan ávøkst, oljugróðurin svitast, og akurlendið gevur onga føðslu, seyðurin er rændur úr støðunum, og neyt eru eingi eftir í fjósunum. Men eg vil gleðast í Harranum og fegnast í Guði frelsu mínar. Drottin, Harrin, er mín styrki; hann ger føtur mínar sum hindanna og letur meg ganga yvir hæddirnar og hevja song við streingjaleiki.

Sjálvt um umstøðurnar sóu daprar út, so valdi hann at fegnast í Harranum, tí gleðin í Harranum er okkara styrki. Lovprísan og tøkk er ein lykil til andaligan sigur í okkara lívi.

Aðrar greinar

Per Hyldegaard vitjar

Sunnudagin 26. Oktober fær samkoman Lívsins Orð í Runavík vitjan av danska evangelistinum Per Hyldgaard. Hann er stovnarin og leiðarin fyri missiónsfe...

Nærri – Felagsdagur fyri fríkirkjunetverkið

Hetta er dagurin, har vit leggja egin tiltøk, møtir og gudstænastur niður og koma saman sum karismatisk rørsla. Endamálið við Nærri er, at vit sum fel...

Samkomulegan 2025

Samkoman Lívsins Orð hevur samkomulegu í Skálavík frá fríggjadegnum 10. oktober til sunnudagin 12. oktober. Tí verður ikki møti í hølunum hjá Lívsins ...