
Trúgv og Guds kraft
29.01.20 | Poli JacobsenMark. 5.25-34: “Nú var kvinna, sum hevði havt blóðsótt í tólv ár. Hon hevði útstaðið nógv av mongum læknum; alt, ið hon átti, hevði hon latið afturfyri, og onga hjálp hevði hon fingið, men var heldur versnað. Hon hevði hoyrt um Jesus og kom nú aftanfrá mitt ímillum fólkið og nam við klæði Hansara. Tí hon segði: “Fái eg nomið, um tað so bert er við klæði Hansara, verði eg hjálpin.” Við tað sama tornaði blóðkelda hennara, og hon kendi í likami sínum, at hon var vorðin frísk av plágu síni. Men alt fyri eitt sum Jesus kendi við Sær sjálvum kraftina, ið út gekk frá Honum, vendi Hann Sær á í fólkahópinum og segði: “Hvør nam við klæði Míni?” Lærisveinar Hansara søgdu við Hann: “Tú sært, at fólkið troðkar Teg, og Tú spyrt: “Hvør nam við Meg?” Men Hann hugdi rundan um Seg fyri at fáa eyga á hana, ið gjørt hetta hevði. Kvinnan – sum vitsti, hvat hana hevði hent – kom nú rødd og skelvandi og fall niður fyri Honum og segði Honum alt, sum tað var. Tá segði Hann við hana:
“Dóttirin! Trúgv tín hevur frelst teg! Far í friði og ver frísk av plágu tíni!”
Um vit spyrja, hvat grøddi kvinnuna, vildu tey flestu helst svara, at tað var Gud ella Guds kraft, sum grøddi hana, og tað er heldur eingin ivi um tað. Men spyrja vit, HVÍ júst henda kvinnan varð grødd, og eingin annar í fólkahópinum, so verður svarið helst tað, at tað var Guds vilji at grøða júst hana. Tað er sjálvandi rætt, at Gud vildi grøða júst hana, men hetta er tó ikki allur sannleikin, tí Hann ynskti at grøða øll tey sjúku, sum har vóru. Tó fekk bert ein persónur lut í grøðandi kraftini.
Hóast tað var Guds kraft, sum hjálpti kvinnuni, so sigur Jesus, at tað var hennara trúgv, sum grøddi hana. Hetta sigur okkum, at kraftin ikki bert var atkomilig fyri kvinnuna, men fyri øll hini eisini. Tó fekk bara hon lut í kraftini. Hvat grøddi hana, og HVÍ upplivdi hendan kvinnan Guds kraft og ikki øll hini? Enntá Hansara egnu lærusveinar vóru ikki tilvitaðir um, at Guds kraft varð útloyst.
Latið okkum hyggja at, hvat hendan kvinnan gjørdi, fyri at loysa Guds kraft út í hennara lívi:
1. Hvat gjørdi hon, ÁÐRENN hon kom til Jesus?
v.27-28: “Hon hevði hoyrt um Jesus og kom nú aftanfrá mitt ímillum fólkið og nam við klæði Hansara. Tí hon segði: “Fái eg nomið, um tað so bert er við klæði Hansara, verði eg hjálpin.”
Fyri tað fyrsta, HOYRDI hon um Jesus og valdi at trúgva tí boðskapi, hon hevði hoyrt um Hann. Spurningurin er, hvørja ávirkan hevur tað, vit hoyra ella lurta eftir? og hvat gera vit við tað, sum vit hoyra um Jesus?
Tað, sum vit hoyra, skapar sannføring um, at vit verða hjálpin ella ikki?
Fyri tað næsta, SEGÐI hon við seg sjálva, at fekk hon nomið við Jesus, varð hon grødd. Hon SANNFØRDI seg sjálva um, at tá ið hon nam við Jesus, bleiv hon grødd. Tað, hon hoyrdi og segði, skapti trúgv í hennara hjarta.
Orðið “segði” í hesum versinum, kann samb. The Cambridge Bible umsetast, “she kept saying over and over to herself.” Tað, sum vit siga og halda áfram við at siga okkum sjálvum, ávirkar okkum og skapar gróðrarumstøður fyri okkara trúgv.
Fyri tað triðja, SÁ hon seg sjálva við svarinum. Júst hetta er ein trupulleiki hjá menniskjum í dag. Tey duga ikki at síggja seg sjálvan við tí, sum tey biðja Gud um.
Fyri tað fjórða, TRÚÐI hon, at Jesus vildi hjálpa henni og handlaði uppá tað trúnna. Soleiðis fekk hon lut í Guds kraft.
2. Hvat gjørdi hon, TÁ IÐ hon kom til Jesus?
V. 27-29: “Hon hevði hoyrt um Jesus og kom nú aftanfrá mitt ímillum fólkið og nam við klæði Hansara. Tí hon segði: “Fái eg nomið, um tað so bert er við klæði Hansara, verði eg hjálpin.” Við tað sama tornaði blóðkelda hennara, og hon kendi í likami sínum, at hon var vorðin frísk av plágu síni.”
Avbjóðingin hjá kvinnuni var bæði mentanin og lógirnar í samfelagnum. Sambært jødiskari lóg var kvinnan órein og hevði tí ikki loyvi at vera í millum fólk. Har afturat var tað ógvuliga óregluligt fyri eina kvinnu at nema við ein mann alment, og tí gekk hetta ímóti øllum reglum, at kvinnan roynir júst hetta. (Zondervan Illustrated Bible Backgrounds Commentary v/Clinton E. Arnold).
Hetta er helst orsøkin til, at hon “kom nú rødd og skelvandi og fall niður fyri Honum…”(v.33). Ótti var ein av stóru forðanum fyri, at kvinnan kom til Jesus. Um hon hevði latið ótta stýrt sínum gerðum, hevði hon ikki fingið lut í Guds kraft.
Ótti forðar tær í at útloysa trúnna og at koma nær til Jesus.
Hon gav trúnni HANDLING og nam við Jesus í trúgv uppá, at Hann vildi grøða hana. Hon TÓK ella ÚTLOYSTI kraftina, sum var yvir Jesusi. Hetta var ein aktiv handling frá hennara síðu.
Ofta er trupulleikin ikki manglandi TRÚGV, men manglandi HANDLING.
3. Hvat gjørdi hon, AFTANÁ hon kom til Jesus?
V. 33-34: “Kvinnan – sum vitsti, hvat hana hevði hent – kom nú rødd og skelvandi og fall niður fyri Honum og segði Honum alt, sum tað var. Tá segði Hann við hana: “Dóttirin! Trúgv tín hevur frelst teg! Far í friði og ver frísk av plágu tíni!”
Luk. 8.47: “Táið kvinnan nú sá, at tað var ikki dult, kom hon skelvandi og fall niður fyri Honum og segði, so alt fólkið hoyrdi, hví hon hevði nomið við Hann, og hvussu hon við tað sama varð grødd.”
Fyrst TAKKAÐI hon Jesusi, aftaná hon hevði upplivað Guds kraft og gav Honum æruna. Síðani VITNAÐI hon um tað, sum hent henni hevði, soleiðis at alt fólkið hoyrdi. Tað hevur stóran týdning, hvat vit gera, AFTANÁ vit hava fingið tað frá Gudi, sum vit høvdu tørv á.
Vit kunnu øll spyrja okkum sjálvi, hvat vit ynskja frá Gudi? hvussu nógv ynskja vit tað? og hvat vilja vit gera fyri at koma til Jesus?
Aðrar greinar

Fylg Jesusi
Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur
Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...