
Trúgv og ótti
03.12.19 | Poli JacobsenÍ Markus 5. 22-24 lesa vit: “Tá kom ein sýnagogustjóri – Jairus æt hann; og táið hann sá Hann, fall hann niður fyri fótum Hansara. Hann bað Hann bønliga og segði: “Lítla dóttir mín liggur og stríðist; hevði Tú viljað komið og lagt hendurnar á hana, so hon kann verða hjálpin og liva!” Tá fór Hann avstað við honum, og nógv fólk fylgdi Honum, og tey troðkaðust um Hann.”
Sýnagogustjóri møtir Jesusi
Jesus hevði verið hinumegin vatnið og loyst eina mann, sum var settur av illum andum. Nógv fólk møttu Honum, tá ið Hann kom yvirumaftur. Har í millum var ein sýnagogustjóri. Tær ferðirnar, Jesus hevði tikið orðið í eini sýnagogu, hevði ikki spælt væl av. Somuleiðis varð Jesus av teimum skriftlærdu og farisearanum hildin at vera ein falskur profetur. So fyri ein sýnagogustjóra at koma og fella niður fyri fótum Jesusar og biðja um hjálp, mundi helst kennast sum ein eyðmýking fyri hann.
Eins og Jairus, so er tað ofta ikki okkara kærleiki til Jesus, sum drívur okkum til Hann, men okkara tørvur.
Kvinna møtir Jesusi
Jesus fer avstað við Jairusi. Fyri Jairus kundu teir ikki ganga nóg skjótt, fyri at hjálpa dóttur hansara, sum lá fyri deyðanum. Men so verða teir steðgaðir, tí ein annar persónur eisini hevur ein tørv, sum Jesus nøktar. Tað kundi verið lætt hjá Jairusi at mist mótið og blivið beiskur inn á kvinnuna, tí hon seinkaði teimum. Meðan Jairus hevði virðing millum fólkið, góða fíggjarliga støðu og hevði stóran týdning, so hevði kvinnan onga støðu, ongar pengar og var útstoytt, orsakað av sínum likamliga veikleika.
Afturat hesum, gjørdist Jesus óreinur, sambært jødiskari lóg, tá ið kvinnan nam við Hann. Hetta hevur helst upptikið tankarnar hjá Jairusi. Hann, sum sýnagogustjóri, kendi væl lógina og hennara forskriftir. Hvussu kundi hann fáa Jesus, sum nú sambært jødiskari lóg, varð blivin óreinur, inn í sítt hús. Men so sær hann, at hendan sjúka kvinnan verður grødd og reinsað. Hetta er við til at styrkja hann í trúnni. Men so hendir vanlukkan. Boð koma heimanífrá, at dóttirin er deyð. Nú hevði hann ikki bara brúk fyri grøðing fyri dóttrina, men uppreisn frá deyðum. Hjálpin kom ikki til tíðina, tí Jesus steðgaði á fyri at hjálpa eini kvinnu.
Lykilin til Guds kraft
Í Mark. 5.34 stendur, at
Tá segði Hann við hana: “Dóttirin! Trúgv tín hevur frelst teg! Far í friði og ver frísk av plágu tíni!”
Tað, Jesus sigur við kvinnuna, er sera áhugavert og gevur Jairusi nakað at hugsa um. At kraftin, sum gekk út frá Jesus, grøddi kvinnuna, er helst eingin í iva um. Men Jesus vísir á, at tað ikki bert var kraftin, sum gekk út frá Honum, sum grøddi kvinnuna, men hennara trúgv hevði ein stóran leiklut.
Trúgv og ótti
Mark. 5.35-43 sigur: “Meðan Hann enn talaði, komu nøkur frá sýnagogustjóranum og søgdu: “Dóttir tín er deyð; hví ómakar tú Meistaran longur!” Men Jesus hoyrdi orðið, ið sagt varð, og segði við sýnagogustjóran:
Óttast ikki, trúgv bert!
Hví sigur Jesus við hann “Óttast ikki. Trúgv bert!” beinanvegin, hann fær hesi tíðindini? Tí hesi tíðindi vildu skapa ótta í honum, og ótti og trúgv arbeiða ikki saman. Jesus vildi hava hann at útihýsa ótta, tí at: (1) Ótti ger teg kraftaleysan (2) Ótti ger teg upptiknan av trupulleikanum og ikki loysnini og (3) Ótti ger trúnna óvirksama og virkisleysa.
Í staðinfyri, sigur Jesus við hann: “trúgv bert!”. Ikki óttast og trúgv, men bara trúgva. Orsøkin er tann, at: (1)Trúgv útloysir Guds kraft (2) Trúgv heldur títt fokus á loysnini og (3) Trúgv ger alt møguligt (Mark. 9.23: “Alt er honum møguligt, sum trýr!”). Orsøkin til, at fíggindin roynir at undirgrava trúnna í okkara lívi, er tí hann veit, at við trúgv á Gud, er alt møguligt. Tað eru tveir sannleikar, sum øll trúgvandi eiga at kenna um trúgv:
1. AT TRÚGV TOKNAST GUDI
Heb. 11.6: “Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.”Hví royna vit at toknast Gudi uppá allar aðrar mátar enn tað, sum Guds orð sigur, toknast Gudi? “Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum”.
2. AT TRÚGV KEMUR VIÐ ORÐINUM
Róm. 10.17: “So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað [hoyrt] verður; og tað, sum prædikað [hoyrt] verður, kemur við orði Kristusar.”
Trúgv kemur ikki við at biðja um trúgv, ei heldur ígjøgnum sjónir og dreymar. Trúgv kemur ikki av flottum orðum, men trúgv kemur av tí, sum prædikað verður (hoyrt verður) og tað, sum prædikað verður, kemur við orði Kristusar.
Um tað, sum tú hoyrir ella lurtar eftir, ikki skapar FULLA VISSU og SANNFØRING í tær (trúgv), so mást tú spyrja teg sjálvan, um tú skalt broyta tað, sum tú lurtar eftir. Stórt fokus er í dag á iva sum nakað positivt, og prædikan er vorðin meiri og meiri filosofisk, og tí skapar hon ofta meira spurningar og iva, enn hon skapar trúgv. Men orðið skapar trúgv (fulla vissu og sannføring).
Um tað, sum prædikað verður, ikki ger, at trúgv kemur, er tað so orð Kristusar, tú lurtar eftir?
Aðrar greinar

Fylg Jesusi
Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur
Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...