
Um Lívsins Orð.
Vit eru ein karismatisk frísamkoma, sum varð stovnað í 1990’unum av 17 fólkum. Vit halda til í Saltangará men tæna menniskjum úr øllum Føroyum. Vit ynskja at peika menniskjum á Jesus Kristus sum einasta veg til frelsu og at hjálpa teimum at vaksa í trúnni. Eisini ynskja vit at hjálpa menniskjum at finna sítt pláss í Guds ríkis tænastu, at uppdaga tær gávur, Jesus hevur givið teimum og at hjálpa menniskjum at uppliva Guds nærveru og kraft.

Títt gevaralyndi ger mun.
Alt virksemið hjá samkomuni Lívsins Orð verður fíggjað við sjálbodnum stuðli og gávum. Um tú ynskir at stuðla Lívsins Orð við eini peningagávu, kann hetta gerast við eini flyting umvegis netbankan.