
Hvat vit læra.
BÍBLIAN er Guds orð, innblást av Gudi og grundarlagið undir kristnari trúgv og atburði. 2. Tim. 3.16-17, 1. Tess. 2.13, 2. Pæt. 1.21.
GUD er ein, men opinberaður í trímum javnlíkum persónum, Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin og er skapari himmals og jarðar, skapari og frelsari menniskjans. 5. Mós. 6.4, Fil. 2.6, 2. Kor. 13.13, 1. Mós. 1.27.
MENNISKJAN er skapt í Guds mynd og varð ætlað at liva í samfelagi við Gud. Við FALLI menniskjans kom syndin inn í heimin og skildi hana frá Gudi. Bíblian sigur, at øll hava syndað, og teimum fattast Guds dýrd. 1. Mós. 1.27, Sálm. 8.3-6, Róm. 3.23.
FRELSAN er bert við trúgv á Jesus Kristus. Við Hansara verki á Golgata krossi gjørdi Hann tað møguligt fyri øll menniskju at verða fødd av nýggjum og fáa ævigt lív, at fáa frið við Gud og harvið verða frelst frá ævigari fortaping. Jóh. 3. 16, Jóh. 1. 12, Róm. 5.1, Jóh. 3. 3-5, 1. Jóh. 5. 12.
GUDDÓMLIG GRØÐING er fyri øll menniskju
og er gjørd møgulig við Jesu verki á Golgata krossi. Við m.ø. bøn og handaálegging kann hin einstaki fáa lut í guddómligari grøðing. Es. 53. 4-5, Matt. 8. 16-17, Ják. 5. 14-16.
DÓPURIN Í VATNI eru eini boð frá Jesusi og er einans fyri hin trúgvandi. Hann er ein mynd uppá, at hin trúgvandi hevur gjørt seg til eitt við deyða og uppreisn Jesusar. Matt. 28. 19, Róm. 6. 4, Áps. 8. 36-39.
DÓPURIN Í HEILAGA ANDANUM er ein gáva frá Gudi, sum Jesus lovaði hinum trúgvandi og er bert fyri tann, sum hevur tikið við trúgv. Fyrsta útvortis tekin um hesa uppliving er, at tey, sum verða doypt í Heilaga Andanum, tala í tungum alt eftir, sum Andin gevur teimum at siga. Matt. 3.11, Joh. 14. 16-17, Áps. 1. 8, Áps. 2. 1-4, Áps. 2. 38-39, Áps. 19. 1-7.
BREYÐBRÓTING, BØN OG SAMFELAG. Breyðbrótingin varð innsett av Jesusi sum ein minnisgerð um tað, Jesus gjørdi fyri mannaættina á krossinum. Hon minnir okkum á, at í Jesusi er fyrigeving og reinsan frá synd, sigur á synd, deyða, sjúku og trældómi. Hon minnir okkum eisini á, at øll trúgvandi eru partur av einum likami og tí kunnu hava samfelag við Gud og hvønn annan. Við Jesu blóði hava vit eisini atgongd til Gud og kunnu biðja til Hansara við vissuni um, at Hann hoyrir og svarar okkum. 1. Kor. 11. 23-30, Luk. 22. 14-20, Áps. 2. 42, Heb. 4. 16, Matt. 7. 7.
AFTURKOMA JESUSAR varð kunngjørd fyri lærisveinunum av einglunum, tá ið teir søgdu, at hesin Jesus skal koma aftur á sama hátt, sum teir sóu Hann fara til Himmals. Tá ið Hann kemur aftur, skulu tey, sum deyð eru í Kristusi, fyrst rísa upp og síðani skulu tey, sum liva, verða rykt burtur við Honum. Eftir trongdina skal Jesus koma aftur sum Kongur konga og Harri harra, og saman við hinum heiløgu skal Hann ráða í 1000 ár. Jóh. 14. 1-4, Áps. 1. 11, 1. Kor. 15. 50-52, 1. Tess. 4. 13-18, Opin. 5.10, 20.6
ÆVINLEIKIN er ein veruleiki, sum øll menniskju mugu fyrihalda seg til. Menniskjan er ein ævigur skapningur og kemur at liva ævigt við Gudi ella burtur frá Gudi. Himmalin ella Helviti eru støð, sum eru verulig og ævig. Vegurin til Himmals er trúgv á Jesus og Hansara verk. Bíblian sigur okkum, at øllum menniskjum er lagað at doyggja eina ferð, og hareftir er dómur. Heb. 9.27, Róm. 6.23, Opin. 19. 20, Matt. 25. 46.