
Virksemið.

Sunnudagsmøtið.
Møtið byrjar kl.10.30. Vit koma saman at tilbiðja, biðja, geva, luta vitnisburð, hoyra Orðið, og vit minnast deyða Harrans við breyðbróting. Bæði ung og gomul verða eggjað at luttaka. Møtið verður tolkað til enskt.
Drekkamuður er aftaná møtið.
Sunnudagsskúli.
Børnini verða eggjað til at vera við í tilbiðjan á møtinum, bøn og breyðbróting, áðrenn tey fara
í sunnudagsskúla, sum er umleið kl. 11.00.
Har syngja tey saman. Børn eldri enn fimm ár fara við sunnudagsskúlaleiðarum í annað høli, har
tey hoyra bíbliusøgur, læra um lívið og stuttleika sær saman.


Bønarmøtið.
At koma saman í bøn sum Kristi likam er ein
av grundarsteinunum í visjónini hjá samkomu okkara. Vit koma saman hvørt týskvøld kl. 19.00-20.00, har øll eru vælkomin. Vit biðja fyri bønarevnum frá einstaklingum, heimasíðu okkara og annars tí, sum verður lagt tí einstaka á hjarta. Tørvar tær forbøn, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Ungdómsarbeiðið.
Ungdómsarbeiðið er fyri ung í aldrinum 13 ár og eldri. Lýst verður á heimasíðuni hvar og nær tey møtast.
Endamálið er at hjálpa ungum at síggja seg sjálvi við Skaparans eygum – samleika, virði og endamál teirra í heiminum.


Húsbólkar.
Húsbólkar eru fyri tey, sum eru áhugað í at granska Bíbliuna saman við øðrum. Vit møtast í ymisku heimunum hjá samkomulimum.
Bíbliuskeið.
Sum ein partur av visjón okkara fyri andaligan vøkstur verða skeið hildin um ymisk evni úr Bíbliuni, sum eru viðkomandi fyri tíðina, vit liva í, og andaliga vøksturin hjá samkomuni og samkomulimunum.
Hesi bíbliuskeið verða hildin eitt vikuskifti ella gerandiskvøld og verða kunngjørd á heimasíðuni.


Forbiðjarar.
Vit hava bólkar av trúføstum forbiðarum, sum áhaldandi biðja fyri samkomulimunum og serligum tørvum og evnum, tey verða spurd um at biðja fyri. Tørvar tær ella onkrum tú kennir slíka forbøn, ert tú vælkomin at skriva til okkara ígjøgnum heimasíðuna ella við at seta teg beinleiðis í samband við pastorin.
Missiónsarbeiðið.
Sum samkomur eru vit ikki bert einstakar
eindir, men eisini partur av tí heimsumfatandi samkomuni. Tí er tað eisini neyðugt, at vit taka ábyrgd í samband við missiónsboðini og soleiðis “gera øll fólkasløg til lærisveinar”. Vit stuðla trúboðaravirksemi í Pakistan, India, Kenya og øðrum londum.
Samkoman er eisini virkin at eggja og stuðla limunum at luttaka í trúboðaravirksemi bæði í Føroyum og uttanlanda. Limir úr samkomuni fara javnan út í onnur lond at prædika og læra evangeliið.


Vitin – kristiligur bókhandil.
Sum partur av visjón okkara at náa lokalsamfelagið og restina av landinum hava vit ein bókhandil á netinum: VITIN.
Har kanst tú síggja bókaúrvalið og bíleggja á heimasíðuni. Vitja nethandilin við at trýsta her!