Við Jesusi í 40 dagar

Lívsins Orð · Við Jesusi í 40 dagar

Í gjøgnum 1500 ár talaði Gud við Sítt fólk í gjøgnum ymiskar lógir, ritualir og høgtíðir og lærdi tey um ta frelsuætlan, sum Hann hevði ætlan um at fremja.

Vit lesa í 3. Mós. 23. 1-2: “”Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: “”Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: “”Hesar eru høgtíðir HARRANS, sum tit skulu lýsa sum heilagar samkomur – høgtíðir Mínar eru hesar:”” og í vers 5 sigur Harrin: “”Um sólsetur tann fjúrtanda í fyrsta mánaði eru páskir HARRANS.””.

Gud brúkti hesar høgtíðir fyri at peika Ísraselsfólki á tað, sum fór at henda, og fyri at tey skuldu vita, hvat hendi, tá ið tað einaferð hendi. Eftir at hava hildið páskir í umleið 1500 ár, var hetta vorðin ein inngrógvin partur av jødisku fólkasálini.

Páskini vórðu innsett av Gudi fyri at minna Ísraelsfólk á, hvussu Gud hevði bjargað teimum undan trældómi. Men páskini peikaðu eisini frameftir; at Gud skuldi senda teimum ein frelsara (Messias), sum skuldi bjarga teimum undan andaligum trældómi. 

Tá ið Jesus varð krossfestur, hendi tað á páskahøgtíðini, tá ið Ísraelsfólk hátíðarhildu Guds frelsuætlan. Men tey sóu ikki, at Jesus var Hann, sum Gud hevði talað við tey um í gjøgnum 1500 ár. 

Jesus doyði og varð jarðaður, men reis uppaftur triðja dagin. Aftaná at Jesus var risin upp fór Hann ikki til Himmals beinanvegin. Spurningurin er hví Jesus ikki fór til Himmals fyrr enn 40 dagar eftir, at Hann varð risin upp frá teimum deyðu? 

Aðrar greinar

Gud er faðir okkara

Tá ið Jesus kom og kallaði Gud ”Faðir”, skapti tað tað stóra undran og øði millum fólkið, sum Hann prædikaði fyri. G...

Hví gera vit tað, vit gera?

Í Skriftini eru nógv dømi um menniskju, sum spyrja Gud spurningar um ymisk viðurskifti í teirra lívi. Men Sk...

Dýri Biðdagur Bøn

Dýra Biðidag skipar samkoman Lívsins Orð fyri bøn fyri Norðurlondum. Byrja verður kl. 10.00 við morgunmati. Bøn byrjar kl. 11.00 til 14.00. Skráin fyr...