
Við Jesusi í 40 dagar
31.05.21 | Poli JacobsenÍ gjøgnum 1500 ár talaði Gud við Sítt fólk í gjøgnum ymiskar lógir, ritualir og høgtíðir og lærdi tey um ta frelsuætlan, sum Hann hevði ætlan um at fremja.
Vit lesa í 3. Mós. 23. 1-2: “”Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: “”Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: “”Hesar eru høgtíðir HARRANS, sum tit skulu lýsa sum heilagar samkomur – høgtíðir Mínar eru hesar:”” og í vers 5 sigur Harrin: “”Um sólsetur tann fjúrtanda í fyrsta mánaði eru páskir HARRANS.””.
Gud brúkti hesar høgtíðir fyri at peika Ísraselsfólki á tað, sum fór at henda, og fyri at tey skuldu vita, hvat hendi, tá ið tað einaferð hendi. Eftir at hava hildið páskir í umleið 1500 ár, var hetta vorðin ein inngrógvin partur av jødisku fólkasálini.
Páskini vórðu innsett av Gudi fyri at minna Ísraelsfólk á, hvussu Gud hevði bjargað teimum undan trældómi. Men páskini peikaðu eisini frameftir; at Gud skuldi senda teimum ein frelsara (Messias), sum skuldi bjarga teimum undan andaligum trældómi.
Tá ið Jesus varð krossfestur, hendi tað á páskahøgtíðini, tá ið Ísraelsfólk hátíðarhildu Guds frelsuætlan. Men tey sóu ikki, at Jesus var Hann, sum Gud hevði talað við tey um í gjøgnum 1500 ár.
Jesus doyði og varð jarðaður, men reis uppaftur triðja dagin. Aftaná at Jesus var risin upp fór Hann ikki til Himmals beinanvegin. Spurningurin er hví Jesus ikki fór til Himmals fyrr enn 40 dagar eftir, at Hann varð risin upp frá teimum deyðu?
Aðrar greinar

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁
Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...

𝗙𝗿𝗮́ 𝗿𝘂́𝘀𝗲𝘃𝗻𝘂𝗺 𝗼𝗴 𝗼𝗸𝗸𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺𝘂 𝘁𝗶𝗹 𝗞𝗿𝗶𝘀𝘁𝘂𝘀
Sunnudagin 12. apríl fær samkoman Lívsins Orð vitjan av Kirk Dubois úr USA.Kirk Dubois varð frelstur sum ein tannáringur í 1971 undir tí sokallaðu rør...

Hvat gert tú við kallið?
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...
