
Víðka títt andaliga øki
17.06.22 | Poli JacobsenPoli Jacobsen talar um at víðka okkara andaliga økið. Eru vit vorðin so von við okkara andaligu umstøður, at vit heldur velja eitt andaligt fongsul fram um andaligt frælsi?
“”Nakað eftir hetta savnaði Benhadad kongur í Áram [norðanfyri Ísrael, Sýria] allan her sín og fór og kringsetti Samaria. Meðan teir hildu Samaria kringsett, varð slík hungursneyð í býnum, at esilshøvd til endan kostaði 80 seklar av silvuri, og fjórðingurin av kab av dúvuskarni 5 seklar av silvuri.”” (2. Kong. 6.24-25)
Støðan í Samaria var so trupul, at dúvuskarn kostaði meiri enn ein mánaðarløn hjá einum arbeiðara, og tí høvdu bert tey ríku møguleika at keypa.
Tað var vanligt tá ið tíðini at kringseta býir og støð, sum man vildi hertaka. Uttan stríð tapti mótparturin móti einum fígginda, sum var innanveggja, um tey ikki vóru væl fyrireikaði. Hungur og vónloysi gjørdi ofta, at man mátti yvirgeva seg ella gekk til grundar. Kongurin í Ísrael helt seg ikki klárað at møta Benhadad, so hann læsti seg inni í Samaria og setti sítt álit á, at múrar Samaria skuldu verja hann.
Ísrael helt seg ikki kunnað standa í móti fíggindanum, tí stongdu tey seg inni aftanfyri býarmúrarnar. So ótti og stúran hava helst verið orsøkin til, at man stongdi seg inni. Tá ið tey innibyrgdu seg aftanfyri múrarnar, avbyrgdu tey seg samstundist frá øllum. Hetta gjørdist teirra “comfort zone” ella “trygdarøkið”. Her hildu tey seg vera tryggan og vardan.
Tankin um tryggleikan innanfyri býarmúrin helt teimum frá teimum signingum, sum Gud hevði vunnið teimum uttanfyri býarmúrin.
Vit skapa okkum ofta múrar, sum vit halda skulu verða okkara vernd, men sum ofta gerast okkara andaliga fongsul. Eitt andaligt fongsul, sum steingir okkum úti/ella inni frá Guds signingum. Tað, at tey avbyrgdu seg, førdi til hungursneyð, sum so førdi til upploysn av øllum innanfyri múrarnar.
Gud loysti teirra trupulleikar, tey vistu tað bara ikki. Svarið til teirra neyð, hungur, frustratión og ótta lá uttanfyri múrin – teirra “”comfort zone””.
Hoyr Pola Jacobsen tala um at:
1. Gera upp við andaligan passivitet (inaktivitetur)
2. Taka eitt stig í trúgv (handling)
3. Taka tað, Jesus hevur vunnið okkum (móttøka)
4. Deila tað, Jesus hevur givið okkum, við onnur (tænasta)
Tað, sum sá út sum oyðileggjandi mótstøða og mótgangur, gjørdi tey ríkari og sterkari. Gud veit at venda støður í okkara lívi, um vit tora at líta á Hann og traðka út um okkara “”múrar””. Hann ynskir, at vit skulu inntaka okkara land og fáa lut í øllum, Hann HEVUR givið okkum.
Aðrar greinar

Fylg Jesusi
Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur
Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...