Vit mugu seta mørk!

Lívsins Orð · Vit mugu seta mørk!

Hoyr Svenn Harry Johansen tala um at seta mørk í okkara lívi. Vit eru øll í einum andaligum stríði, men Bíblian sigur okkum, at vit hava eina borg, og at vit standa á einum kletti. 

Ver mær klettur, sum eg kann búgva á, og sum eg altíð kann flýggja til, Tú, sum hevur ásett mær frelsu! Tú ert klettur og borg mín.

– Sálm. 71.3

Dávid sigur eisini í Sálm. 61.4: “”Tí Tú ert skjól mítt, sterkt torn móti fíggindanum.“” og tað sama sigur sonur Dávids, Sálomo, í Orð. 18.10: “”Navn HARRANS er sterkt torn; hin rættvísi skundar sær hagar og verður bjargaður.“”

Okkara fokus má vera á einum føstum punkti, sum er Jesus. Fíggindin roynir at distrahera okkum, so vit missa okkara fokus á Jesusi og tí verki, sum Hann hevur kallað okkum til. (Orð. 23.7). Tað, sum okkara sinni er upptikið av, vil stýra okkum. Róm. 12.2 sigur, at vit hava ábyrgd av at endurnýggja okkara sinni ella okkara tankagongd: 

Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!

Vit mugu læra okkum at seta mørk. Vit mugu ansa eftir, hvat vit gera, hoyra og hyggja at. Paulus sigur við tey trúgvandi í Efesus, at tey høvdu ábyrgd av at seta mørk yvirfyri fíggindanum:

og gevið ikki Djevulinum rúm!

Aðrar greinar

Hvussu er okkara samskifti?

Tanja N. Olsen talar um hví vit eiga at varða okkara tungu. Vit siga at vit hoyra Jesusi til, men líkjast vi...

Jesus elskar teg

Símin P. Jacobsen talar um hvør Jesus er fyri okkum. Í Matt. 16.13-17 spyr Jesus ”Hvønn siga tit Meg vera?”. Hetta er s...

Guds rættvísi 2

Poli Jacobsen talar annan part um Guds rættvísi út frá Lukas 18.9-14. Í hesi undirvísingini verður hugt at muninum í mil...