
Fjallaprædikan (2)
07.05.21 | Símin P. JacobsenHoyr Símun P. Jacobsen tala annan part av røð um fjallaprædikuna. Efe. 5.1 sigur, at vit skulu vera eftirfylgjarar Guds. Fyri at vera eftirfylgjari Guds, so mugu vit kenna persónin, sum vit skulu eftirfylgja. Vit mugu vita, hvat Hann hugsaði, lærdi og gjørdi.
Jesus lærir okkum í fjallaprædikuni millum annað at vera fátæk í andanum, at syrgja, at vera spaklynt, at hungra og tysta eftir rættvísi, at vera miskunsom, at vera hjartarein, at vera friðsom, at vit eru sæl, tá ið vit verða forfylgd og spottað fyri rættvísis sakir.
Í hesum partinum, verður hugt at Matt. 5. 5 til 6:
Sæl eru tey spaklyntu, tí at tey skulu fáa jørðina í arv. Sæl eru tey, ið hungra og tysta eftir rættvísi, tí at tey skulu verða mettað.
3. Sæl eru tey spaklyntu
At vera spaklyntur er at vera tolin, at hava ræði á sínum kenslum (Orð. 16.32) og at stýra sínum sinni. Jesus sigur, at tey, sum eru spaklynt, eru sæl, og tey skulu fáa jørðina í arv.
4. Sæl eru tey, ið hungra og tysta eftir rættvísi
At Jesus brúkar orðini hungra og tysta vísir, at her er talan um eina sterka tráan eftir rættvísi. Eins og vit doyggja, um vit ikki fáa mat og drekka, soleiðis eiga vit at hungra eftir rættvísi, eftir at gera ein mun, har vit eru. Jesus sigur, at tey, sum soleiðis hungra og tysta, skulu verða mettað.
Latum tí okkum eisini, við tað at vit hava slíkt stórt skýggj av vitnum uttan um okkum, seta av okkum eina og hvørja byrði og syndina, sum lættliga darvar, og við treysti renna tað skeið, sum okkum er fyri sett, við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, Jesus, hann sum fyri ta gleði, sum honum var fyri sett, bar kross við toli, og virdi einki um skemd, og er setstur høgrumegin hásæti Guðs. Ja, hugsið um hann, sum hevur tolt slíkt mótmæli móti sær av syndarum, fyri at tit ikki skulu troyttast og verða givnir í sálum tykkara. – Heb. 12.1-3
Aðrar greinar

Gud er faðir okkara
Tá ið Jesus kom og kallaði Gud ”Faðir”, skapti tað tað stóra undran og øði millum fólkið, sum Hann prædikaði fyri. G...

Hví gera vit tað, vit gera?
Í Skriftini eru nógv dømi um menniskju, sum spyrja Gud spurningar um ymisk viðurskifti í teirra lívi. Men Sk...

Dýri Biðdagur Bøn
Dýra Biðidag skipar samkoman Lívsins Orð fyri bøn fyri Norðurlondum. Byrja verður kl. 10.00 við morgunmati. Bøn byrjar kl. 11.00 til 14.00. Skráin fyr...