
Fyrigeving (1)
11.08.20 | Poli JacobsenTað eru nøkur ting her í lívinum, sum øll menniskju hava brúk fyri, fyrr ella seinni. Eitt av hesum tingunum er fyrigeving. Fyri tað menniskja, sum hevur innsæð sín tørv á fyrigeving, er fyrigiving eitt av teimum stóru tingunum, eitt menniskja kann uppliva her í lívinum.
Sælur er tann, ið hevur fingið misbrot sítt fyrigivið og synd sína fjalda, sælur er tann maður, ið HARRIN ikki tilroknar misgerð, og sum ikki hevur svik í anda sínum! – Sálm. 32.1-5
Dávid sigur í hesum Sálminum, at fyrigeving ger okkum sæl ella signaði. Men uttan at fyrigeving verður móttikin, kunnu vit ikki hava frið við Gud. Tað er ikki bert tað, at Gud fyrigevur okkum, sum skapar frið í okkara lívi, men tað, at vit taka í móti fyrigeving, sum skapar frið í okkara lívi.
Hoyr Pola Jacobsen tala um 4 spurningar í samband við Gud og fyrigeving:
1. HVÍ fyrigevur Gud?
2. HVØRJUM fyrigevur Gud?
3. HVAT fyrigevur Gud?
4. HVUSSU fyrigevur Gud?
Aðrar greinar

Hvat gert tú við kallið?
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...

Guds orð er okkara vápn
Lívsins Orð · Guds Orð er okkara vápn Heidi M Johansen talar um, at vit mugu lata Guds orð búgva ríkliga millum okkara. Tað er við Guds orði, at vit [...

Hvussu kemur trúgv?
Poli Jacobsen talar um hvussu vit fáa trúgv. Heb. 11.6 sigur, at tað er ómøguligt at toknast Gudi uttan trúgv, so tr...

